Róin – Spælimaðurin við heimsins enda

Dagur:
Fríggjadag 30. mai 2025 19:00
Staður:
Ungmannafelagið Keldan, Skálavík
KEYP

Í filminum fylgja vit vestmenninginum Róin Siggertsson, sum flytir heim aftaná næstan 30 ár í Danmark. Ein persónlig søga um at mistrívast, stríðast við rúsmisnýtslu, blíva pápi – og um at finna vón gjøgnum tónleikin.
Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum enn ikki eru útgivin.
Leikstjóri er Pætur H. Evensson, sum hevur fylgt Róin síðan 2021. 
Gorm Just hevur klipt, og Ólavur Jákupsson hevur gjørt ljóðmyndina. 
Filmurin er framleiddur av Kykmyndum við Jón Hammer sum framleiðara. 


Filmurin er vístur í Danmark og Føroyum, við góðum afturmeldingum um at søgan bæði er rørandi og erliga víst.

Hølini lata upp kl. 18 og møguleiki verður at keypa sær okkurt lætt at eta og at drekka. Eftir filmin spæla Róin "roWan" Siggertson og Arnold Ludvig tónleik.



Deil tiltakið

Róin – Spælimaðurin við heimsins enda

Fyriskipari

Visit Sandoy
Mørkin Mikla 3
210 Sandur
+298 222078
[email protected]
www.visitsandoy.fo
V-tal: 550655