Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu

Ítróttatingið 2025 í Klaksvík
Dagur:
Mikudag 28. mai 2025 19:00-21:30
Staður:
Klaksvík, Varpið
KEYP

Venjaraleikluturin í føroyskum ítrótti

"Hvussu skapa vit mennandi venjingarumhvørvi fyri okkara ungdóm?"

Týskvøldið 27. mai verður fyrsta og tveimum Ítróttatingum 2025. 

Tiltakið verður í Varpinum í Klaksvík frá kl. 19.00-21.30.

Ítróttatingið er ætlað øllum, ið eru partur av føroyskum ítróttafelagsskapum, venjarar, íðkarar, foreldur og onnur áhugað.

Til ítróttatingini 2025 seta vit venjaraleiklutin í miðdepilin. Undir yvirskriftini “Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu” seta vit sjóneykuna beinleiðis á venjaran – og hvussu vit í feløgum og sambondum kunnu styrkja og menna henda avgerandi leiklut.

Venjarin er hjartaslátturin í føroyskum ítrótti. Tey standa í kulda og regni, tíðliga og seint. Tey arbeiða treytaleyst og sjálvboðin, við eldhuga og gleðini, sum bara ítróttur kann geva. Men hvørt ár mangla vit fleiri venjarar. 

Hvussu gera vit tað lættari at gerast og vera venjari? Hvussu menna vit dygdargóðar venjarar? Og hvussu skapa vit karmar, har venjarar trívast, mennast og verða virdir, sum lyklapersónarnir í føroyska ítróttafelagsskapunum?

Skrá

Kl. 19:00 – Vælkomin

Kl. 19:15 – Claus Dalgaard-Hansen: Hvussu styrkja vit venjaraleiklutin í feløgum kring landið?

Kl. 20:00 – Steðgur

Kl. 20:15 – Umboð frá sambondum og feløgum greiða frá sínum arbeiði við venjaramenning

Kl. 21:00 – Kjak og orðaskifti

Claus Dalgaard-Hansen:

Til hesi kvøldini fáa vit vitjan av einum av royndastu venjara- og talentmennarum í norðurlondum: Claus Dalgaard-Hansen.Claus Dalgaard-Hansen hevur verið virkin í hondbóltsheiminum í fleiri áratíggju og hevur drúgvar royndir sum venjari hjá børnum, ungum og vaksnum. Frá 2008 til 2018 var hann ungdómslandsliðsvenjari og talentstjóri í Danska hondbóltssambandinum. Seinastu árini hevur hann virkað sum talentmennari fyri Norska hondbóltssambandið, har hann bæði arbeiðir beinleiðis við leikarum og við at styrkja menningararbeiðið hjá feløgum kring landið. Claus er eisini kendur fyri áhaldandi at virka fyri nøkrum grundleggjandi hugsjónum um at : síggja íðkarar sum eitt “heilt menniskja” – ikki bara sum ítróttafólk. At skapa trygg, kveikjandi og mennandi venjingarumhvørvi, og at varpa ljósa á týdningin av samstarvi millum feløg, útbúgvingarstovnar, foreldur og sambond fyri at tryggja eina heildarmenning av ungum íðkarum.

Vit gleða okkum at síggja teg!

Deil tiltakið

Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu

Fyriskipari

Ítróttasamband Føroya
Eystara Bryggja 30
Postsmoga 223
FO-110 Tórshavn
+298 312606
[email protected]
www.isf.fo
V-tal: 333603