Jógvan

Dagur:
Leygardag 9. august 2025 20:00
Staður:
Listastovan
KEYP

Leygarkvøldið 9. august fer Jógvan fyri fyrstu ferð á pall í Listastovuni.

Jógvan er júst liðugur við kandidatútbúgvingina á Rytmiska Konservatoriinum í Keypmannahavn, har hann serliga hevur arbeitt við føroysku siðvenjuni. Í sínum nýggjastu verkum hevur hann yrkt og formað nýggj kvæði, har hann sameinir føroyska og grønlendska siðaarvin. Verkætlanin, sum Jógvan arbeiðir við í løtuni, eitur Ríkisfelagsskapurin. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám,har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg. Á pallinum hevur hann við sær:

  • Andreas Tykjær Restorff
  • Tróndur Bogason

Konsertin er stuðla av Økistónum

Deil tiltakið

Jógvan

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045