Country, blues & røvarasøgur við Benjamin og Sámali
- Dagur:
- Leygardag 3. mai 2025 21:00
- Staður:
- Mentanarhúsið í Fuglafirði
Leygarkvøldið 3. mai kl. 21 – Country, blues & røvarasøgur við Benjamin og Sámali.
Leygagrkvøldið 3. mai bjóða vit øllum við til eina hugfarsliga, skemtiliga og minniliga konsert, tá ið Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen taka yvir Mentanarhúsið saman við sínum superbólki av framúr dugnaligum tónleikarum! Hetta verður ikki sum einhvør onnur miðalhampa konsert – hetta verður outlaw rokkur, har einki er pakkað inn, men kemur beint frá livrini. Sámal og Benjamin fara at spæla gott country frá meistarligum nøvnum sum Waylon Jennings, Willie Nelson og Hank Williams, hvør á sín hátt. Harumframt verður eisini trivið í dustlagt blues úr sumpinum, umframt teirra egnu løg, ið føroyingar longu hava tikið til sín. Á pallinum hava teir við sær eina sterka manning av garvaðum tónleikarum: Jan Rúni Poulsen á trummum, Torleik Mortensen á bass, Kim Hansen á tangentum. Og sum nakað heilt serligt kemur føroyska country legendan, Ragnar í Vík, sum serligur gestur at syngja nøkur løg.
Hetta verður eitt einastandandi kvøld har tú kanst uppliva friðleysan-verkamanna-cowboy-country-blues-rokk, frá okkara fremstu lógloysingum. Hetta vilt tú ikki vilt missa.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo