Lyon við bólki, unplugged

Dagur:
Fríggjadag 2. mai 2025 21:00
Staður:
Mentanarhúsið í Fuglafirði
KEYP

Fríggjakvøldið 2. mai kl. 21 – Lyon við bólki (akkustiskt / unplugged)

Ein av okkara mest gávaðu tónlistarmonnum, er sangarin og sangskrivarin, Lyon Hansen. Lyon er ættaður úr Gøtugjógv, búsitandi vesturi í Vágunum. Lyon hevur fingið týðiligan íblástur úr suðurstats gospel og bluestónleiki, umframt listarfólkum sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Tom Waits og okkara egna Kára P. Alt hetta verður tulkað á egnan hátt og sett inn í eitt heimligt føroyskt høpi við kosmiskum útsýni.

Lyon gjørdist fyrst kendur fyri nøkrum árum síðani við lagnum Sister, og seinasta hittið hjá honum, Leið 400, har hann syngur duett við Guðrið Hansdóttir, er at finna á nýggjastu heildarútgávu hansara, sum kom út fyri stuttum síðani.

Við sær á pall hevur Lyon Kristian Paula Ellefsen á akkustiskt klaver og Karl Andrias Stórá á akkustiskan bass. Um tú ikki kennir Lyon, so er hetta ein opinbering, ið bíðar. Og um tú kennir hann framanundan, so veitst tú, at hetta verður ein stór uppliving.

Deil tiltakið

Lyon við bólki, unplugged

Fyriskipari

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður
+298 238070
[email protected]
www.mh.fo