Málorðaskifti: Vátt da fokk!
- Dagur:
- Týsdag 22. apríl 2025 19:00
- Staður:
- Løkshøll
Móðurmál okkara er undir trýsti – serliga frá enskum, og málið broytist skjótt. Ung tala ofta enskt sínámillum. Hvat merkir hetta fyri framtíðina hjá føroyskum?
Kom á málorðaskifti á Mentanarvikuni, har Eirikur í Jákupsstovu, Óluva Klettskarð, Marius DC og Theodor Eli Dam Olsen skifta orð um føroyskt og enskuávirkan. Vit tosa um mál og vitlíki, føroyskt og tekstir – og hvat skal málmyndugleikin gera?
Orðaskiftið verður stýrt av Solby Christiansdóttir. Høvi verður at seta spurningar.
Kom til áhugavert orðaskifti í Løkshølltýskvøldið 22. apríl klokkan 19.00.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210