Jørgen-Frantz Jacobsen 125 ár - soleiðis sum vit síggja hann
- Dagur:
- Sunnudag 27. apríl 2025 15:00
- Staður:
- Løkshøll
Jørgen-Frantz Jacobsen 125 ár - soleiðis sum vit síggja hannVið hesum tiltakinum seta vit sjóneykuna á einastu skaldsøguna 'Barbara', sum Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði í hansara alt ov stutta æviskeiði. Bókin kom út í 1939, árið eftir, at hann var deyður. Bergur Rønne Moberg, sum ynskir at aktualisera 'Barbaru', fer í samrøðu við Helenu Lamhauge Mortensen at sina sína hugsan um skaldsøguna og serliga høvuðskvinnuna Barbaru. Í mai kemur eitt úrvalsrit út um Barbaru, har Bergur er ritstjóri.
Tað, sum kanska ikki øll vita er, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevði ættarbond til Glyvrar og var ofta og vitjaði her inni hjá skyldfólkunum. Í brævaskiftinum við William Heinesen kemur hann týðum inn á hesar vitjaninar inni á Glyvrum. Vit fara at hoyra eitt sindur nærri um hetta ættarsambandið hansara og eisini verður ljós kastað á eina serliga verkætlan, sum er í umbúnað.
Tiltakið er ókeypis og varir í hálvan annan tíma við einum stuttum kaffisteðgi.
Hjartaliga vælkomin
Deil tiltakið

Fyriskipari
Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210