Kári P. konsert
- Dagur:
- Leygardag 26. apríl 2025 18:00
- Staður:
- Báta- og Listasavnið í Leirvík, Kulibakki 8
Kári P á Bátasavninum – 26. apríl kl. 18
Leygarkvøldið 26. apríl kl. 18 bjóðar Báta- og listasavnið í Leirvík til eina serliga konsertuppliving við Kára P, troubadurinum og tekstaskaldinum, sum í meira enn ein mannsaldur hevur sett orð og ljóð á lív, longsul og veruleika hjá okkum føroyingum. Við sínum sermerktu, ofta speisku og mangan filosofiskt djúpu sangum – frá Mitt í eini meining til Hinumegin Ringvegin – hevur Kári P sett týðilig spor í føroyska mentan, sangskattin og fólksálina.
Hetta verður ein løta við hita og nærveru millum bátarnar og søgurnar – ein gyltur møguleiki at uppliva Kára P í einum serstøkum og hugnaligum umhvørvi.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Konsertin er stuðlað av Økistónum
Deil tiltakið

Fyriskipari
Báta- og Listasavnið
Kulibakki 8
520 Leirvík
730150
[email protected]
https://www.facebook.com/B%C3%A1ta-og-Listasavni%C3%B0-476927905751907
V-tal: 600725