Klaksvíkar hornorkestur - 75 ára hátíðarhald á Norðoyastevnu

Dagur:
Fríggjadag 30. mai 2025 19:00
Staður:
Varpið
KEYP

5. mai 2025 eru 75 ár liðin, síðan Klaksvíkar Hornorkestur varð stovnað. Føðingardagurin verður hildin fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, 30. mai, við einari konsert í Varpinum kl. 19.00.

Á skránni verður ein tíma lang konsert við Klaksvíkar Hornorkesturi undir leiðslu av Fionu Parker.

Serligur gestur verður skotin Alan Fernie, sum er víðakendur tónasmiður innan horntónleik. Hann hevur eisni skrivað eitt serligt stykki til dagin.

Annars verður skráin siðbundin horntónleikur, sum vit vanliga kenna orkestrið fyri.

Frásøgufólk verður Jóhanna á Bergi.

Klaksvíkar Hornorkestur bjóðar kaffi og okkurt søtt undir tonna á Varpinum undan konsertini.

Deil tiltakið

Klaksvíkar hornorkestur - 75 ára hátíðarhald á Norðoyastevnu

Fyriskipari

VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373