FESTÍVALHÖLL - Skeið at gera ringlu

Dagur:
Mikudag 2. juli 2025 10:00-15:00
Staður:
Ungmannafelagið Virkið á Sandi
KEYP

Ringluskeið

Ger tína egnu tónleika- ella sjamanistisku ringlu

Á hesum skeiði fært tú møguleikan at skapa tína egnu ringlu úr húð, leðri, træ og sand/grús.

Metal-ringlur úr víkingatíð eru funnar, og tað er ikki vist, um tær vóru nýttar sum ljóðføri, í ritualum ella sum festi til hestavognar. Tað er heilt upp til tín, hvussu tú vilt brúka tína ringlu.

Á sama hátt sum trumman, kann ringlan verða nýtt sum  eitt sjamaniskt amboð. Ringlan hevur eisini tann fyrimun, at hon er lítil og løtt at hava við sær, og riggar sera væl á strond- og náttúrugongu, ella undir dansi.

Dagsins skrá:

  • Fyrst forma og seyma vit ringluna. Tú fært møguleika at lita hana við plantum og urtum, sum tær lystir.
  • Meðan ringlan tornar, fyrireika vit skaftið, og tosa um ymiskar hættir, ið ringlan kann nýtast – mest sum rituelt amboð.
  • Tá ringlan er tornað, verður hon samlað.

Tak tínar egnu lutir við, sosum horn, bein, pinnar, fjaðrar, perlur ella annað tilfar, sum tú ynskir ​​at prýða tína ringlu við

Inger Johanne er góðkendur náttúruterapeutur (økoterapi) frá Human Education Group, og hevur yvir 25 ára royndir við náttúruandaligheit við denti í teimum norðurlendsku siðvenjunum. Hon sær náttúruna sum sítt heim, myndbering fyri sína støðu og, ikki minst, sínar røtur. Hon hevur sera góðar royndir í at gera trummur og ringlur. Hon veit eisini eina rúgvu um rúnir. Har afturat er hon smiður og er við á Festívalhöll sum eldsmiður.

Málið er norskt (danskt/enskt eftir tørvi) og varar í 5 tímar. 

Skeiðið fer fram á Virkinum á Sandi. Í prísinum er atgongd til amboð undir skeiðnum, tilfar, eins og víkingaábit og drekkamunnur. Sum nevnt, tekur mann sjálv/ur lutir við til at pynta ringluna.

Um ringlan ikki er liðug upp á ein dag, er tað gjørligt at gera hana lidna 3. juli kl 10-13.

___________________________________________________

Rattle course

Make your own musical or shamanistic rattle

In this course you will have the opportunity to create your own rattle from rawhide, leather, wood and sand/gravel.

Metal rattles from the Viking age have been found, and it has been discussed whether they were used as a musical instrument, in ceremonies or as an attachment to horse wagons. It is up to you how you will use your rattle.

Just like the drum a rattle can be used as a shamanic tool. Furthermore, the rattle has the advantage that it is easy to transport and works perfectly on beach and nature walks or as a companion during dancing.

The course of the day:

  • First, we shape and sew the rattle. You get the opportunity to colour it with plants and herbs as you wish.
  • While the rattle dries, we prepare the shaft and explore the many ways that the rattle can be used – mostly as a ritual tool.
  • When the rattle has dried, it will be assembled.

Bring your own decorations for the rattle - be it antlers, bones, sticks, feathers, beads or other materials.

Inger Johanne is a certified eco-therapist from the Human Education Group and has over 25 years of experience with nature spirituality with a focus on Nordic traditions. She sees nature as her home, a metaphor for her condition and, not least, her roots. She is very experienced in making drums and rattles. She has a passion for Runes as well. She is also a fire smith and will perform as such at Festívalhöll.

Language is Norwegian (Danish/English if needed) and lasts 5 hours.

The course takes place at "Virkið" in Sandur. The price includes access to tools during the course, materials, Viking snacks and drinks. As mentioned, you must bring materials to decorate your rattle.

If the rattle is not done in one day it is possible to finish it on July 3rd from 10 am to 1 pm.

Deil tiltakið

FESTÍVALHÖLL - Skeið at gera ringlu

Fyriskipari

Stuðulsfelagið Víkingabygd
Telefon +298 515116
[email protected]
www.festivalholl.fo
V-tal: 652113