MONOLOGAR

Dagur:
Fríggjadag 25. apríl 2025 20:00
Staður:
Løkshøll
KEYP

​MONOLOGAR

Kom og uppliv okkara fremstu sjónleikarar framføra monologar!

Evnið fyri árligu skrivikappingina á mentanarvikuni í ár er 'monologar'. Í tí sambandinum fara vit at seta sjóneykuna á monologar innan leiklist. Nakrir av okkara fremstu sjónleikarum fara at framføra ein ella fleiri av teirra yndismonolog og talan verður bæði um klassiskar Shakespeare monologar, samtíðarmonologar og onkrar nýskrivaðar føroyskar monologar. 

Tey, ið framføra eru: Bárður Persson, Durita Dahl Andreassen, Gunnvá Zachariasen, Hans Tórgarð, Kristina Halgaklett, Marita Dalsgaard, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð, og Vár Berghamar Jacobsen.

Tiltakið varir í ein lítlan tíma. Kostnaður kr. 90 (+ 8 kr í avgjaldi). 

Deil tiltakið

MONOLOGAR

Fyriskipari

Løkshøll
Rókavegur 1
620 Runavík
237080
[email protected]
www.loksholl.fo
V-tal: 345210