Siglitúrur við Grinkil og Føroya Kletti av Glyvrum yvir á Strendir
- Dagur:
- Leygardagur 26. apríl kl. 15:00
- Staður:
- Bátahylurin á Bakka, Glyvrar
Grinkil og Føroya Klettur sigla av Glyvrum (frá bátahylinum á Bakka) yvir á Strendur. Komin á land á Strondum verður farið í hugnaliga gamla handilin og savnið og Malena Thomsen bjóðar kaffi og vafflur. Steðgurin á Strondum er 1 tími, og síðani verður farið yvirum aftur fjørðin og á vegnum heim verður eitt lítið ábit við eplamorli og saltfiski og onkrum drekkandi afturvið.
GG! Minnist til heit klæðir. Bjargingarvestar eru umborð.
Tað er avmarkað pláss. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum vegna veður.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Visit Runavík
Heiðavegur 13
600 Saltangará
41 70 60
[email protected]
www.visitrunavik.fo
V-tal: 345210