ASA Stovukonsert í Kollafirði

Uppliv ASA heilt tætt í hugnaligari stovukonsert
Dagur:
Fríggjadag 25. apríl 2025 20:00
Staður:
Steinsgøta 5, 410 Kollafjørður
KEYP

Kom og uppliv ASA heilt tætt í hugnaligari stovukonsert í Kollafirði. Ása Helena Brynjarsdóttir eitur dugnaliga føroysk-íslendska songkvinnan, sum við síni livandi rødd og beinraknu føroysku tekstum, bergtekur, og bjóðar lurtarum inn í sítt kensluborna univers, at sveima eftir tabuiseraðum gøtum, við sárbærum lívsspurningum. 

Ása hevur verið virkin sum sangari og sangskrivari í nógv ár, og hevur framført til hópin av tiltøkum, so tú hevur kanska sæð hana til Húsagongd í Sandavági, umborð á Norønnu, til Skrapt í Havn, í Essabar, Irish ella Oy, ella til Sement 2024, har hon gjørdist nummar trý og eisini var kosin at framføra á SPOT festivalinum í Aarhus. 

Nú verður tað so í Kollafirði, heima hjá Margrethu og Trygva, at Ása fer at spæla sínar egnu sangir, og at tulka aðrar útvaldar. 

Einans 25 pláss eru, so tað er at skunda sær at keypa atgongumerki.

Deil tiltakið

ASA Stovukonsert í Kollafirði

Fyriskipari

Huus Artistar
Inni á Fløtum 22
FO-180 Kaldbak
Telefon +298 260120
[email protected]
V-tal: 496529