Bindiverkstova við Saru Ludvig
- Dagur:
- Leygardagur 26. apríl kl. 13.00
- Staður:
- Skúlin í Lamba, Lambavegur 4
Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu verður skipað fyri bindiverkstovu við Sara Behr Ludvig í skúlanum í Lamba.
Sara Ludvig er tekstilsniðgevi við sergrein í binding. Sara fer at hava eina verkstovu í yndis bindiháttinum 'intarsia' ella gobelin binding, sum tað eisini kallast. Hesin bindiháttur ger tað møguligt at arbeiða kreativt við motivum og nógvum litskiftum. Sara fer at geva innleiðslu í forritinum 'stitchfiddle' og teim teknisku pørtunum í bindiháttinum, og luttakararnir fáa eina ítøkiliga uppgávu í intarsia, sum eggjar til spæl við litum og ymiskum tógvsløgum.
Kaffi og køka verður at fáa.
Navia stuðlar við tógvi, so luttakararnir skulu bert hava stokkar við.
Tað er avmarkað pláss til verkstovuna.
Deil tiltakið

Fyriskipari
Visit Runavík
Heiðavegur 13
600 Saltangará
41 70 60
[email protected]
www.visitrunavik.fo
V-tal: 345210