Heimablídni og ullarhugni í Elduvík

Dagur:
Sunnudagin 27. apríl kl. 16.00
Staður:
Elduvík
KEYP

Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, skipar Frida Reyná fyri heimablídn í Elduvík sunnudagin 27. apríl kl. 16.00. Eisini vitjar Spinnaríið í Skopun og tey fara at greiða frá teirra virksemi.


Til Heimablídni verður borðreitt við heimabakaðum breyði við turrum kjøti, skinsað kjøti, rullupylsu og rullusteik. Eisini verður kaffi, te og okkurt gott omaná at fáa. 


Spinnaríið í Skopun fer, sum nevnt, at greiða frá teirra virksemi og vísa á ullvøru. Tey fara at greiða frá ull, og hvussu arbeitt verður við ull so sum at vinda tógv upp í hespu. Til ber at ogna sær vøru frá Spinnaríinum í Skopun til tiltakið. 


Seinasta freist fyri tilmelding er fríggjadagin 25. apríl kl. 18. Tað er avmarkað pláss.

Deil tiltakið

Heimablídni og ullarhugni í Elduvík

Fyriskipari

Visit Runavík
Heiðavegur 13
600 Saltangará
41 70 60
[email protected]
www.visitrunavik.fo
V-tal: 345210