Festlig kórkonsert í Varpinum

Dagur:
Leygardag 26. apríl 2025 20:00
Staður:
Varpið
KEYP

Ein festlig kórkonsert í Varpinum

Leygarkvøldið 26. apríl kl 20.00 verður ein jalig og festlig konsert í Varpinum. Umframt vakrar og rørandi sangir, verða eisini fleiri jaligir og festligir sangir at hoyra - og inn í millum sangirnar verður eisini lætt undirhald.

Talan er um eina konsert við Klaksvíkar Manskóri og manskórinum Garpum, sum koma úr Sørvági.

Bæði kórini blivu stovnað í 2021 og hava tey javnan framført alment.

Stutt um Garpar:
Talan er um 15 mans úr Sørvági, sum hava stovnað eitt øðrvísi kór. Umframt at syngja fleiri vakrar og lættar sangir, so syngja teir eisini festligar og stuttligar sangir. Teir framføra javnan til tiltøk og veitslur - og hava teir undirhald í millum sangirnar.

Stutt um Klaksvíkar Manskór:
Klaksvíkar manskór syngur mest siðbudnar føroyskar sangir, sum rigga væl til manskór. Kórið telir uml 25 mans. Kórleiðari er Daniel Rye.

Deil tiltakið

Festlig kórkonsert í Varpinum

Fyriskipari

VARPIÐ
Klaksvíksvegur 2
700 Klaksvík
Telefon +298 220 780
[email protected]
www.varpid.fo
V-tal: 595373