SUÐUROYAR KABARETTIN 2024 - LØKSHØLL

Dagur:
Leygardag 30. november 2024 21:00
KEYP



Tað eru suðuroyingar, tað er sangur, tað er skemt. Tað er Suðuroyarkabarettin.



Norðoyingar, sum komu allan vegin suður at hyggja hava fortalt, at teir hava flent hart og leingi. Suðuroyarkabarettin 2024 hevur higartil verið framførd fyri hópin av fólkum í SALT, og nú er avgerðin tikin. Tey fara at framføra í Løkshøll.



Nú verða kustar, kovboyhattar, røður sum ongantíð vórðu hildnar, kakur, og ein stórur pallur pakkaði niður og sent norður við Smyrli til Løkshøll.



Her eru sketjur um politisk viðurskifti, KVF-reportasja um kommunusamanleggingina, fyrilestur hjá Pernillu og Kim í NLH, tollarar við ymsum avbjóðingum á flogvøllinum, ein túr umborð á Smyrli har fólk eru so forvitin at vita, hvat ólukkan tú skalt í Havn?! Kakukríggj um, hvør ger tær bestu kakurnar - eru tað hvalbingar, porkeningar ella sumbingar?



Tað kann gott vera, at vit dumpa í kommunukanningini, men vit eru best í nógvum øðrum. Okkara kabaretttónleikabólkur teir swinga og seta sín heilt serliga dám á kabarettina. Tað eru suðuroyingar, tað er sangur, tað er skemt. Tað er Suðuroyarkabarettin




Deil tiltakið

SUÐUROYAR KABARETTIN 2024 - LØKSHØLL

Fyriskipari

Suðuroyar Sjónleikarafelag
Telefon +298 79 09 80
[email protected]
V-tal: 629782