Ferðavinnudagur í Vágum
- Dagur:
- Leygardag 23. november 2024 10:30-13:30
- Staður:
- Hotel Vágar
Áleið 50 ymiskir ferðavinnuveitarar eru í Vágum, og vit hava ein ótrúliga fjølbroyttan skara av veitarum, ið vit ynskja at knýta tættari samstarv við. Við hesum degnum leggur Visit Vágar upp til at stovna eitt lokalt ferðavinnunetverk, so vit saman kunnu standa enn sterkari sum ferðamál.
Leiðarin í Visit Vágum fer at byrja dagin við at greiða frá, hvussu Visit Vágar arbeiðir við ferðavinnu, og vil hoyra frá lokalu veitarunum, hvørji ynskir og væntanir tey hava av stovninum.
Vit skipa fyri nøkrum verkstovum, og síðani gera dugnaligu kokkarnir á Hotel Vágum okkum ein góðan bita á middegi.
Tiltakið krevur tilmelding, men er ókeypis og fyri allar ferðavinnuveitarar í Vágum. Í hægsta lagið tvey fólk frá hvørjum veitara kunnu luttaka.
Síðsta freist at tilmelda er 18. November á midnátt.
Deil tiltakið
Fyriskipari
Visit Vágar
Varðagøta 8
380 Sørvágur
213455
[email protected]
www.visitvagar.fo