Konsert við Tórfríð & Niclas Hera í Gamla skúla

Dagur:
Fríggjadag 22. november 2024 20:00
Staður:
Gamli skúli í Sørvági
KEYP

Tórfríð & Niclas Heri “í dur & mol”​

Fríggjakvøldið 22. november kl. 20:00 verður ein forvitnislig konsert í Gamla Skúla í Sørvági við Tórfríð Tavsen & Niclas Hera Jákupsson.

Komið og upplivið autentisku konsertina “í dur og mol”, har tú sum áskoðari verður leiddur ígjøgnum eitt hav av tónum og orðum, sum røra allar tínar hjartastreingir.
Á reyðum leypara og við vælkomstdrykki verður tú boðin inn í hugnaliga høll, har tú við sangum og søgum, sum bæði eru í dur og mol, fær eina heildaruppliving av lívinum og øllum teimum avbjóðingum og møguleikum, sum lívið gevur okkum menniskjum.

Ummælir frá undanfarnum konsertum:
"Rørandi, vøkur og samstundis stuttlig konsert"
"Ein fantastisk uppliving, har tú bæði hevur hug at gráta og flenna í kíki."
"Hesa konsert vil eg viðmæla øllum mínum nærmastu"

Sangur og hugleiðingar:  Tórfríð Tavsen & Niclas Heri Jákupsson
Á klaverinum: Magni Husgaard

Gásadalsgarðurin stendur fyri søluni undir konsertini. 

Dyrnar opna kl. 19:30.

Verið hjartaliga vælkomin til hetta serstakliga hugnaliga kvøldið.

Deil tiltakið

Konsert við Tórfríð & Niclas Hera í Gamla skúla

Fyriskipari

Gamli skúli
Skúlabrekkan 4
380 Sørvágur
212800
[email protected]
https://www.facebook.com/gamliskuli?mibextid=YMEMSu