Eingin sum Cohen

Dagur:
Leygardag 2. november 2024 21:00
Staður:
Reinsaríið

Undir yvirskriftini, Eingin sum Cohen, fer Bárður á Lakjuni at tulka sangir hjá Leonard Cohen, ið hevði fylt 90 í ár. Við sær hevur Bárður stórt og væl mannað orkestur og kórsangarar.

Leonard Cohen andaðist í 2016, og hann hevði eina langa yrkisleið bæði sum skald, rithøvundur, og ikki minst sum sangskrivari og sangari. Á minniskonsertini verður leitað víða, har sangir heilt frá fyrstu útgávu hansara “Songs of Leonard Cohen” og til ta seinastu “Thanks for the Dance”, ið varð útgivin eftir deyða hansara í 2019, vera at hoyra.

Bárður hevur í fleiri umførum framført sangir hjá Cohen, og serliga hava tað verið føroyskar týðingar. Í 2013 gav Niels Midjord, sáli, nevniliga út fløgu við sangum hjá Cohen á føroyskum, har tað við hepnari hond hevur eydnast Niels og øðrum at føroyska 10 sangir hjá Cohen. Nakrar av týðingunum vera eisini á sangskránni hetta novemburkvøldið á Reinsarínum.

Nei, eingin er sum Cohen, tað er vist; men tó kunnu fólk vænta sær eina góða og serstaka konsert, har sangir hansara vera í miðdeplinum við nærlagni og virðing. Verið væl komin!

Deil tiltakið

Eingin sum Cohen

Fyriskipari

Tórsgøta
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tlf. +298 286671
[email protected]
https://torsgota.fo/