Marianna Winter

Dagur:
Leygardag 19. oktober 2024 20:30
Staður:
Listastovan

KEYP

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.


Hon er júst nú í gongd við at framleiða nógvan nýggjan tónleik, saman við Ragnari Finsson og til konsertina fer hon at frumvísa fleiri teirra saman við bólki.
Frammanundan hevur hon verið aktuel við stakløgunum, “Cruising”, “People Pleaser” og “Consequences” hvørs tónleikasjónband spruttar við blóð og sjarmu.

Tey, ið framføra eru:
Marianna Winter (sang)
Ragnar Finsson (gittar)
Árni Jóhannesson (bass)
Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)


Konsertin er partur av nýggju skipanini Økistónar.

Deil tiltakið

Marianna Winter

Fyriskipari

Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
+298 267549
[email protected]
https://www.facebook.com/listastovan
V-tal: 659045