Jóanes Nielsen og Kári Sverrisson í Báta- og Listasavninum í Leirvík

Dagur:
Hósdag 10. oktober 2024 18:00
Staður:
Kulibakki 8, 520 Leirvík

KEYP

Jóanes Nielsen og Kári Sverrisson í Báta- og Listasavninum í Leirvík - hugnaligt kvøld við skaldskapi, samrøðu og tónleiki

Dagfesting: Hóskvøldið 10. oktober
Tíð: Kl. 20:00
Stað: Báta- og Listasavnið, Leirvík

Atgongumerki: 150 kr á atgongumerki.fo


Kom við til eitt serstakt kvøld, har skaldskapur, tónleikur og góð samrøða renna saman í eitt. Báta- og Listasavnið í Leirvík bjóðar inn til eitt hugnaligt og gevandi kvøld við kendu føroysku listafólkunum Jóanes Nielsen og Kára Sverrisson.

Paula Gaard, bókmentafrøðingur og Phd hevur samrøðu við Jóanes Nielsen um skaldskapin og lívið hjá Jóanesi, ið er eitt av okkara mest virdu og elskaðu samtíðarskaldum og samstundis millum hvassastu samfelagskritikkararnar, vit hava. Jóanes fer eisini at lesa okkurt brot ella yrking upp.

Kári Sverrisson, tónleikari og sangari, fer at framføra nøkur løg av útgávuni, Nøkur fá fet afturat, sum er eitt savn av framúr vælskrivaðum sangum, sum allir hava yrkingar hjá Jóanesi Nielsen sum tekst.

Tiltakið er opið fyri øllum, og vit lova tykkum eitt áhugavert kvøld.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Deil tiltakið

Jóanes Nielsen og Kári Sverrisson í Báta- og Listasavninum í Leirvík

Fyriskipari

Báta- og Listasavnið
Kulibakki 8
520 Leirvík
730150
[email protected]
https://www.facebook.com/B%C3%A1ta-og-Listasavni%C3%B0-476927905751907
V-tal: 600725