Seyðamansrenning á Vestanstevnu
- Dagur:
- Sunnudag 14. juli 2024 11:00
- Staður:
KEYP
Fyri nógvum árum síðan fekk ein kvaðaglaður maður ta hugskotið, at til mátti borið at runnið teinin, ið seyðamaðurin rann undan huldu-konuni, sum er søgn og upprunin til kvæði Seyðamaðurin á Sondum.
Fyrstu ferð hendan renningin var fyriskipa var í 2009, tá luttóku 85 fólk.
Túrurin hjá teimum, ið
kappast tekur knappan tíma, og
fáa tey heiðursmerki, tá komi er á mál við kirkjugarðsportrið í Sandavági. Øll kunnu luttaka, bæði tey, ið ynskja at kappast, og tey, ið heldur vilja njóta túrin, sum eina náttúruuppliving.
Luttakarnir verða fluttir við tyrlu hjá Atlantic Airways úr Vatnsoyrum norður á Fjallavatn, og renna tí bara annan vegin.
Renningin verður sunnudagin 14. juli kl 11:00.
Flogið verður av flúgvarabedingini kl 11 og renningin byrjar kl 12
Nr 1,2,3 fáa medalju
Avmarkað nøgd! Bert 80 atgongumerkir verða seld!
Deil tiltakið
![Seyðamansrenning á Vestanstevnu](https://assets.atgongumerki.fo/eTc3cQrdm0DDFAn9i4Ff0bMiEcWGqRb2.png)
Fyriskipari
Sandavágs Ítróttarfelag
Myrutún
360 Sandavágur
Telefon +298 965720
[email protected]
http://www.sif.fo
V-tal: 345415