Kári P í Virkinum
- Dagur:
- Leygardagin 11 mai kl 19.00
- Staður:
- Virkið á Sandi
Kári P í Virkinum á Sandi
Leygarkvøldið 11 mai verður Virkið á Sandi karmur um eina hugnaliga og serstaka konsert, har Kári P saman við tónleika úrmælingunum, Finnur Hansen á tangentum, og Edvard Nýholm Debes á kontrabass fara at framføra sangir av plátunum hjá Kára P, Hinumegin ringvegin og Vælferðavísir.
Har eru sangir sum t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður, – og so nógvir aðrir.
Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.
Tað eru einans 90 atgongumerkir
Deil tiltakið
Fyriskipari
Alt Events
Telefon +298 508023
[email protected]
V-tal: 623490